søndag den 26. februar 2012

Myndir fra vetrinum 2011-12


Ja nógv er hent seinasta hálva árið - so nógv at tað tekur alt ov langa tíð at skrivað alt her. So eg haldi, at eg lati myndirnar tala fyri seg.
Myndirnar kunnu síggjast her.

søndag den 4. september 2011

Summarið 2011


Ja, nú er rættiliga langt síðani, at eg síðst legði nakrar myndir út á bloggin hjá mær.

Í tíðarskeiðnum hevur tað verið summar, og eg havi upplivað eina øgiliga rúgvu. Fyrst kom omma á Toftum at vitja hjá okkum, og nakrar dagar seinni komu abbi í Klaksvík og Hans Jákup at vitja meg. Tað var orduliga hugnaligt - vit gjørdu mangt og hvat, og eg keddi meg ongantíð.

Eg og mamma fylgdist so upp til Føroya saman við kúllunum, og har vóru vit í 12 dagar, so kom babba eisini.
Tað var orduliga kul at verða í Føroyum, tí vit vóru alla tíðina úti og spældu, og tá ið vit ikki spældu, ja so var tað alla tíðina onkur sum hevði hug til at trilla vognin hjá mær, meðan eg svav. Deiligt at sleppa at síggja øll aftur - he he tey søgdu øll at eg var blivin so stórur :)

Aftaná summarfestivalin fóru eg, mamma og babba niður aftur til Danmarkar, tí omma á Toftum hevði 60-ára føðingardag, og øll familjan var samlað.

So eri eg eisini byrjaður í vøggustovu - tað var eitt sindur ringt í byrjanuni, tí eg vildi so gjarna verða hjá mammu, men nú havi eg vant meg við tað, so nú dámar mær orduliga gott (har eru nakrir orduliga kulir bilar, sum man kan sita í) :)

áááá ja, so havi eg eisini haft mín fyrsta føðingardag - Tað var orduliga kul, at hava føðingardag - eg fekk orduliga nógvar pakkar - TÚSUND takk fyri tit øll :)

Her eru nakrar myndir frá summarinum.

søndag den 26. juni 2011

Eg havi fingið tenn, og dugi at ganga


Ja nú er øgiliga langt síðani, at eg havi uppdatera bloggin hjá mær. Eg havi so ótrúliga nógv um at verða, at eg næstan ikki havi tíð til at halda tykkum uppdateraði um, hvat eg geri og hvussu eg havi tað.
Síðan eg síðst skrivaði, er nógv hent - ótrúliga nógv!!! Eg havi verið í Føroyum saman við mammu, báðar ommurnar hava verið og vitja meg, eg havi verið á Samsø, eg havi verið í kolonihava saman við Ninnu og annars kúllast saman við mammu og babba.
Eg eri eisini orduliga nógv broyttur. Eg eri vaksin nokkso nógv - bæði so og so. Eg vigi nú ca. 11,5 kilo og eri umleið 80 cm langur. Eg havi eisini fingið tenn. Tað er eitt sindur troyttandi at fáa tennirnar, tí man fær nokkso ilt, beint tá tær koma framm. Tó er tað orduliga gott, tí so kann eg eta orduligt (og bíta mammu) :)
Eg eri eisini farin at ganga. Tað er orduliga stuttligt, men tað gongur eitt sindur skjótari, um en grulvi.
Annars eri eg enn líka fittur, sum eg havi verið, og eg royni at kúllast so nógv sum eg kann.
Eg skal nokk royna at leggja fleiri tíðindir út á bloggin frammyvir.

Myndir frá tíðarskeiðnum 20. mars 2011 til 26. juni 2011 kunnu síggjast her.

torsdag den 31. marts 2011

onsdag den 30. marts 2011

mandag den 28. marts 2011

Myndir frá 5. dec 2010 - 19. marts 2011



Hey tit øll :)
Ja eg havi ikki verið serliga raskur til at leggja nýggjar myndir út á mín blogg ella bara fortal nýggjheitir, men tað verður tað verður vónandi broytt nú.
Sum eina byrjan havi eg samla allar tær myndirnar sum eru tiknar av mær og mínum frá 5. december 2010 og framm til 19. marts 2011.
Í tí tíðini er nógv hent - ja næstan ov nógv til at skrivað her - og tit kunnu ætlað at eg eri nógv broyttur síðan seinast - ja eg eri blivin alvorliga stórur. Millum annað hava vit hildið jólaferiu í Føroyum. Tað var orduliga cool at sleppa upp til Føroyar at síggja øll aftur - og eg haldi eisini at øll vóru eitt sindur spent eftir at síggja meg aftur. Aftaná jólini fóru vit niðuraftur til Danmarkar, og har hava vit hygga okkum. Babba var heima hjá okkum í januar og februar, men í marts fekk hann arbeiði (jubiii), so nú hygga eg og mamma okkum heima. Vit eru eisini verið í mammubólki, og har er orduliga stuttligt og orduliga nógv fittir vinir :)

Myndirnar kunnu síggjast her.